Mentan

Grein um lága saltinnihaldið á okkara leiðum

...

2020-02-06 17:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan skrivar:

Havstovan hevur seinastu árini í fleiri umførum skrivað um metlágt saltinnihald í føroyskum sjógvi seinastu 3-4 árini. Síðani methøgt saltinnihald var mált í 2009, hevur saltinnihaldið sum heild verið lækkandi, men á sumri 2016 lækkaði saltinnihaldið óvanliga nógv. Hetta førdi við sær, at metlág virðir blivu máld í 2017, 2018 og 2019 áLandgrunninumeins og úti áOpnum havi.

Nú er nýggj grein komin út, sum lýsir meiri, hví saltinnihaldið lækkaði so nógv. Í greinini verður víst á tríggjar samanfallandi orsøkir: Í 2012 broyttust havstreymarnir út fyri New Foundlandi, soleiðis at meiri feskvatn av Labrador landgrunninum bleiv ført út í subpolara meldurin. Samstundis øktist avfallið sum heild yvir meldrinum, soleiðis at sjógvurin í meldrinum bleiv óvanliga feskur. Tá meldurin í 2014-2016 styrknaði, bleiv tann óvanliga feski sjógvurin skjótt førdur inn í føroyskt sjóøki, og hetta førdi til tað ógvusliga fallið í saltinnihaldi, sum higartil er mátað. Hetta sást týðiliga á sumri og út á heystið 2016, eitt nú í Bankarennuni og við Lívfiskastøðina í Skopun.

Greinin er skrivað í samstarvi við granskarar í fleiri londum og er m.a. stuðlað av H2020 verkætlaniniBlue-Action. Greinin er atkomulig hjá øllum og kann lesasther.

Karin Margretha H. Larsen ([email protected])

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder