Mentan

Grækkarismessuhald í Havn sunnudagin

...

2017-03-10 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar fyri Grærismessuhaldi í Havn sunnudagin 12. mars kl.15. Skótarnir fara saman við borgarum í kommununi og nýggja borgarstjóranum at heilsa várinum, tjaldrinum og øðrum flytifuglum vælkomnum til landið.


Frá gamlari tíð er sagt, at tjóðfuglur okkara kemur á grækarismessu.

Skótarnir fara til gongu úr Vágsbotni kl. 14.50, og síðani verður gingið eftir Bøgøtu, Tróndargøtu, Steinatúni og Niels Finsens gøtu og oman á Vaglið.

Í ár fer Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at bera fram røðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder