Mentan

Gøtu fornminnisfelag 50 ár

...

2019-12-11 16:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 15. desember hátíðarheldur Gøtu Fornminnisfelag 50 ára stovningardag. Hetta verður gjørt við at felagið bjóðar til opið savn í Blásastovu og grannahúsunum í gamla býlinginum í Norðragøtu kl 14 -17. Kaka og kaffi verður at fáa í Glyvrahanusarhúsi. Eisini verður møguleiki at keypa heimavirkaðar jólagávur.

Tað var hin 16. desember í 1969 at fólk í Gøtu bjóðaðu til fundar í Losjuni til stovnan av Gøtu Fornminnisfelag. Felagið skuldi hava til endamáls at varðveita fonminni og fornlutir og vekja ans fyri hesum máli. Tey ið bjóðaðu til fundar vóru: Arnleyg Jacobsen, Johan Gøthe, Tóra Hansen, Joen M. Lervig, Martha Joensen, Ragnhild Simonsen og Jákup Simonsen øll úr Norðragøtu, ??la Jákup Hansen, Gøtugjógv, Marsanna Vinther, Johan Heini Joensen, Oddfríður Gregersen, Hanus Thomsen, Sanna Jacobsen á Teigum, Petur Pauli Husgaard, øll úr Syðrugøtu, Jógvan Joensen, undir Gøtueiði og Eyðun Winther úr Fuglafirði.

Fyrstu árini var høvuðsmálið at fáa sett sermerktu húsini Blásastovu í stand og var timburarbeiðið liðugt 25. juli 1970. Næsta árið var rigga til innan og varð savnið klárt, tá Margretha krúnprinsessa og Hendrik prinsur vitjaðu savnið 14. juli í 1971.

Í 1973 keypti fornminnisfelagið Glyvrahanusarhús og blivu hesi sett í stand næstu árini til virksemi felagsins. Í 1974/75 varð hoyggjhúsið omanfyri Blásastovu sett í stand og latið upp sum fornlutagoymsla.

Í 2008 varð standmynd av Tróndi í Gøtu, sum listamaður Hans Pauli Olsen gjørdi, reist á økinum.

Í 2008 bleiv neystið við síðuna av gomlu kirkjuni sett í stand og tikið í nýtslu. Her verða fleiri søguligir árabátar og fiskireiðskapur goymdir og vístir fram.Í 2005 vórðu húsini beint norðanfyri Blásastovu ??? ???hjá Ísaki???- keypt at hava savnsvirksemi og goymslu í. Eisini er ætlanin at hava upphitingarskipan til Blásastovu í hesum húsunum.

Gøtu Fornminnisfelag er í dag eitt virkið felag, sum vísir savnið fram fyri nærum 2000 gestum árliga. Fornminnisfelagið skipar eisini fyri ymiskum fyrilestrum um lokal, søgulig evni á hvørjum vetri. Glyvrahanusarhús verður eisini gjøgnum árið nýtt til ymisk endamál: fundir, føroyskan dans, móttøkur og annað mangt.

Í løtuni verða stórar ábøtur gjørdar fyri at dagføra savnið.

Arbeiði fyri framman er støðugt at menna og halda savnið í Norðragøtu við líka eins og at vekja ans fyri fornminnum og fornlutum í nærumhvørvinum.

Vinarliga

Gøtu Fornminnisfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder