Gott dansibandskvøld á Strondum leygarkvøldið 30.september.
Orkestrini, sum koma at spæla eru:
Sunrise
Georg eystan Á
Rannvá Vesturklett og Jóannes Jakobsen
Plátuvendari við Elis tónleiki.
Hetta skal heilt vist blíva eitt super dansikvøld
Vit byrja við at hita upp við borðhaldi kl 20, har góður búffur við øllum tilhoyri ??? síðan verður kaffi og smákøkur.
Drykkjuvørur fáast til keyps.
Tað er avmarkað pláss til borðhaldið.
Felagssangur verður og orkestrini fara at taka onkran sang inn ímillum.
Vit skulu hava tað gott og hugnaligt áðrenn dansin, sum byrjar kl.23.
Raðfylgjan, sum orkestrini spæla, kemur seinni.
Kostnaður fyri dans og borðhald er bert 300 kr
Kostnaður til dansin er 150 kr
Skalt tú hava allan pakkan frá kl 20 ??? tekna teg og tú fært eitt kontonummar at flyta pengarnar á.
Tekna teg á [email protected] ella send sms til 216500
Freistin at tekna seg til borðhaldið er 28 sept.
Strálan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald