Mentan

Gospelkórið VOX framførir GLORIA

...

2017-09-28 13:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Komandi vikuskiftið fer gospelkórið VOX at hava konsertir í trimum kirkjum í Føroyum.

Fríggjakvøldið 29. sep. kl. 20.00 í Fríðrikskirkjuni á Toftum. 

Leygarkvøldið 30. sep. kl. 20.00 í Vesturkirkjun í Tórshavn. 

Sunnudagin 01. okt. kl. 16.00 í Christianskirkjuni í Klaksvík 

Gospelkórið VOX var nógv at hoyra fyri nøkrum árum síðani. Kórið sang til konsertir, gudstænasturog møtir í nógv ár, men gavst í 2011. Eftir steðg í 6 ár fer kórið nú at framføra aftur. Sangarar íkórinum eru fólk, sum hava verið við upp ígjøgnum tíðina og sum eru búsitandi í Føroyum. 

VOX fer at framføra verkið GLORIA eftir Tore W. Aas, sum er best kendur sum kórleiðari í Oslo GospelChoir. Tore W Aas skrivaði verkið GLORIA í 1996. Verkið er skrivað sum ein gudstænasta við teimuymisku liturgisku liðunum úr klassisku gudstænastuni ??? kyrie, gloria, Sanctus, trúðarjáttan, faðirvár,Agnus dei og signingini. 

Ásbjørn Berthelsen er kórleiðari hjá VOX, og hevur stjórnað kórinum síðani 1998. Eisini hevur hannumsett verkið til føroyskt. 

Konsertirnar eru ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til tær útreiðslur, sum eru í sambandi viðtiltakið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder