Mentan

Gongutúrur við kirkjugongd á Slættanesi

...

2017-08-24 16:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 27. august verður skipað fyri gongutúri á Slættanes, á Slættanesi verður guðstænasta í skúlanum har.

Visit Vagar skrivar:

Nú vit eru komin í góðan form eftir eitt gott summar fara vit hesaferð til gongu til Slættanes. Túrurin er langur, á leig 15 km tilsamans aftur og fram. Men har verður ein góður steðgur í Slættanesi við kirkjugongd. Vit byrja á Oyragjóv sunnudagin 27. august klokkan 09.00 og vantast kann at vit vera aftur á Oyragjógv klokkan 19.00-20.00.

Hetta er ein heldur strævin túrur, so ein matpakki hevði verið góður at havt við. Vit viðmæla at vera í góðum skóm, tí har kann vera bratt í støðum. Veðrið sær út til at vera gott sunnudagin. 4-5 m/sek yvirskýggja men turt og 10-12 gradir hitastig.

Leiðin gongur fram við bakkanum norð til Slættanes, men heim aftur ganga vit eitt meira hendingaríkan tein. Av Slættanesi fara vit fyrst eitt strekkið á gøtuna ið førir til hálsin á Sandavági, harfrá draga vit oman av til oyragjógv aftur soleiðis at vit enda har vit byrjaðu túrin.

??keypis fyri limir í gongufelagnum,
50 kr. fyri onnur.

Limagjaldið er 200 kr. fyri húskið.



********* S I G L I N G *********
Nú er møguligt at tegna seg til at sigla út/heim frá Slættanesi sunnudagin. Siglt verður av bæði Vestmanna og Oyragjógv til Slættanes. Kostnaðurin er 150kr hvønn vegin. Tilmeldingin til bátin er bindandi og má vera skriftligt á teldupost: [email protected]. Tit mugu upplýsa eitt telefon nummar á teldupostinum og peningurin skal gjaldast á Konto í BankNordik: Reg. 6460 Account no. 0001592981 ella á kontórinum hjá okkum á flogvøllinum. Hetta fyri at tryggja tykkum pláss. Møguleiki kann vera fyri at gjalda við atløgu, men her fer báturin einans um nokk av fólki er tilstaðar at túrurin ber seg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder