Vinna

Góður ársfjórðingur hjá BankNordik

...

2017-10-26 07:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Virksemið hjá BankNordik-samtakinum hilnaðist væl ársins fyrstu níggju mánaðir. ??rslitið áðrenn skatt gjørdist 143 mió. kr., og tað samsvarar við upprunaligu væntanirnar. Góða gongdin hjá samtakinum stavar frá einum effektivari rakstri og tættari sambandi við viðskiftafólkini.

???Ársins fyrstu níggju mánaðir hava roynst væl, og úrslitið er í samsvari við væntanirnar. Samanumtikið er framgongd á øllum marknaðum og í øllum londum. Í Føroyum heldur hóvligi útlánsvøksturin fram, hóast vit fyrr í ár herdu kredittpolitikkin og øktu krøvini til eginfígging hjá viðskiftafólkunum í sambandi við bústaðarfígging. Tað er m.a. lága altjóða rentustøðið, góða búskaparliga gongdin og fólkavøksturin, ið elva til øktan eftirspurning eftir bústøðum í høvuðsstaðarøkinum,??? sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Hóast trýstið á rentumarginalin framvegis ávirkar rentuinntøkurnar, er bankin væl nøgdur við, at útlánini eru hækkað. Tað eru serliga lán til privatpersónar, sum eru hækkað higartil í ár. Bankin metir, at miðsavningin av virkseminum umframt miðvísa arbeiðið við at styrkja sambandið við viðskiftafólkini eru grundarlagið undir góðu gongdini.

???Vit eru komin á mál við fleiri týðandi tiltøkum, sum geva ein effektivari rakstur, og sum samstundis gera tað møguligt at veita okkara viðskiftafólkum uppaftur betri og skjótari tænastu. Harumframt arbeiða vit miðvíst og áhaldandi við at dagføra og bøta um tænasturnar til viðskiftafólkini, og vit fegnast um, at alsamt fleiri velja at savna síni fíggjarviðurskifti hjá okkum,??? sigur Árni Ellefsen.

??rslitið fyri 3. ársfjórðing vísir, at kjarnuvirksemi bankans framvegis stendur seg væl á øllum marknaðum. Bankavirksemið í Danmark og Grønlandi umboðar 67 mió. kr. av rakstrarúrslitinum, sum tilsamans er 136 mió. kr. Sum væntað eru rentuinntøkurnar lækkaðar í kjalarvørrinum av avtøkuni av danska vinnukundavirkseminum og áhaldandi trýstinum á rentumarginalin. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør eru rentuinntøkurnar lækkaðar við 21 mió. kr. Hinvegin eru inntøkur frá tænastugjøldum hækkaðar við 8 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað er serliga íløgurøkt bankans, ið hevur kastað meira av sær higartil í 2017. Á sama hátt sum undanfarnu ársfjórðingar hevur bankin fáar niðurskrivingar. Hetta er m.a. eitt úrslit av skynsama kredittpolitikki bankans og góðu búskapargongdini á teimum marknaðum, ið bankin virkar á.

Dótturfeløgini, Trygd og Skyn, hava eisini staðið seg væl higartil í ár. Tryggingarinntøkurnar eru hækkaðar, og lutfasliga fáir skaðar hava verið í 3. ársfjórðingi. Nógva virksemið á bústaðarmarknaðinum sæst eisini aftur í tølunum hjá Skyn, sum hevur selt líka nógvar ognir sum sama tíðarskeið í fjør, tá ið sølan var methøg.

Roknskapurin í stuttum

  • Rakstrarúrslitið fyri fyrstu níggju mánaðirnar í 2017 er 136 mió. kr. samanborið við 153 mió. kr. sama tíðarskeið í 2016.
  • Niðurskrivingar eru afturførdar fyri 9 mió. kr. samanborið við 8 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum sama tíðarskeið í 2016.
  • Ein niðurskriving á 17 mió. kr. av høvuðssæti bankans er bókað sum ein stakútreiðsla. Hetta kemst av, at ein hægri diskonteringsrenta er brúkt í virðismetingini av bygninginum, soleiðis at bókaða virðið er minkað úr 79 mió. kr. niður í 62 mió. kr.
  • ??rslitið áðrenn skatt er 143 mió. kr. samanborið við 159 mió. kr. sama tíðarskeið í 2016
  • ??tlán bankans eru hækkað við 177 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í 2016. Hetta hóast donsk útlán til vinnukundar eru avtikin við 156 mió. kr. í tíðarskeiðnum.
  • Innlán bankans eru hækkað við 178 mió. kr. samanborið við samatíðarskeið í 2016
  • Gjaldførið samanborið við lógarkrav er 219%
  • Solvensur bankans er 18,2% samanborið við 17,9% í 2. ársfjórðingi 2017
  • Leiðsla bankans væntar framvegis, at ársúrslitið áðrenn niðurskrivingar, stakútreiðslur, virðisjavna og skatt verður 150-190 mió. kr. (fyrstu níggju mánaðirnar í 2017: 127 mió. kr.)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder