Vinna

Góður 1. ársfjórðingur hjá BankNordik

...

2018-05-03 07:07 Author image
JN
placeholder

 2018 hevur higartil hilnast væl hjá BankNordik-samtakinum.Rakstrarúrslitið fyri fyrsta ársfjórðing gjørdist 77 mió. kr., og tað er66% hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Virksemið hjá samtakinumstendur seg væl á øllum marknaðum, og vónirnar til ársúrslitið eru núbetri, enn leiðsla bankans væntaði við ársbyrjan. 

???Vit eru væl nøgd við úrslitið í fyrsta ársfjórðingi, sum samanumtikið vísireina framgongd á øllum økjum. Umframt góðu gongdina innan banka-,tryggingar- og ognarsøluvirksemið er úrslitið eisini merkt av søluni avhøvuðssætinum og afturførdum niðurskrivingum. Hóast trýstið á rentuinntøkurnarer ein støðug avbjóðing, fegnast vit um at kunna staðfesta einnøktandi útlánsvøkstur umframt lønandi rakstur,??? sigur Árni Ellefsen, forstjórií BankNordik. 

Samtakið leggur seg eftir áhaldandi at bøta um virkisførið, og í tí sambandieru innanhýsis mannagongdir tillagaðar og ymiskar uppgávur miðsavnaðar.Hesi tiltøk stuðla undir ætlanirnar um at varðveita ein lønandi rakstur og attryggja langtíðar kappingarførið hjá bankanum. 

Dótturfeløg bankans, Trygd og Skyn, hava eisini staðið seg væl í fyrstaársfjórðingi. ??rslitið hjá Trygd gjørdist 5 mió. kr. fyri skatt, meðan Skyn ísama tíðarskeiði hevði 1 mió. kr. í avlopi fyri skatt. 

Á odda við nýggjari nútímans loysn 

Sum tann fyrsti av 120 norðurlendskum peningastovnum í SDCsamstarvinumgongur BankNordik á odda við einari nýskapandi talgildariloysn til síni viðskiftafólk. Nýggja heimasíða bankans, ið júst er útkomin, erbert fyrsta stigið í einari størri talgildari ætlan, sum skal tryggja viðskiftafólkunumeitt nútímans amboð til at avgreiða síni bankaviðurskifti. Sum liðurí hesari ætlan er BankNordik eisini við til at menna eina dagførda útgávu avNetbankanum, ið væntandi verður liðug seinni í ár. 

???Vit vita, at okkara viðskiftafólk hava tørv á góðum og nútímans talgildumloysnum, sum eisini eru lættar at brúka í gerandisdegnum. Tí er felagsendamálið við nýggju heimasíðuni og komandi Netbankanum at geva einameiri viðkomandi og tíðarhóskandi uppliving,??? sigur Árni Ellefsen. 

Roknskapurin fyri 1. ársfjórðing 2018 í stuttum 

??? ??rslitið áðrenn skatt var 148 mió. kr. samanborið við 57 mió. kr.sama tíðarskeið í 2017.

 Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar var 47 mió. kr., og hetta er ásama støði sum í 2017. 

??? Niðurskrivingar av útlánum vóru afturførdar fyri 31 mió. kr. samanboriðvið 0 mió. kr. sama tíðarskeið í 2017. 

??? Rakstrarúrslitið var 77 mió. kr., og tað er 66% hægri enn samatíðarskeið í fjør. 

??? ??tlán bankans hækkaðu úr 9,2 mia. kr. til 9,6 mia. kr. samanboriðvið sama tíðarskeið í 2017. 

??? Innlán bankans hækkaðu úr 12,7 mia. kr. í 1. ársfjórðingi í 2017 til13,1 mia. kr. 

??? Solvensurin hækkaði úr 18,4% í 1. ársfjórðingi 2017 til 18,9% samatíðarskeið í 2018. 

??? Bankin væntar, at úrslitið fyri 2018 áðrenn niðurskrivingar,virðisjavna og skatt verður 160-200 mió. kr. (2017: 187 mió. kr.). 

??? Vónirnar til nettoúrslitið fyri árið eru betri enn upprunaliga væntað.Sostatt verður væntaða nettoúrslitið hækkað úr 165-215 mió. kr. til175-225 mió. kr. (2017:189 mió. kr.).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder