Mentan

Góðu politikarar - Latið ikki oynna doyggja

...

2016-10-31 10:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu politikarar
Latið ikki oynna doyggja!
So álvarslig er støðan í Hesti í løtuni, ja, verri enn hesi tølini, ið eru frá 2013, vísa:

Frá 2003 til 2013 er fólkatalið í Hesti minkað við 51,2 %, altso í 10 ár, við meira enn einari helvt. Sama tíðarskeið er miðalaldurin hækkaður frá 43 til 63 ár.

Kelda: Hagstovan
Hetta er tað, sum tit, ið stjórna landinum og umsita samferðsluna, eiga at hava í huga, tá ferðaætlan og val av loysnum á ferðasambandinum út í Hest er til viðgerðar.

Føroyar hava ikki ráð at missa eina einastu búseting. Allar
okkara 18 oyggjardefinera Føroyar sum samfelag, sum mentan, og sum landafrøðiliga eind í Norðuratlantshavi. Tí kann hetta mál ikki fáa nóg mikið av umrøðu og má viðgerast í tí álvara, málið hevur.

Ein stór orsøk til at Hestur er í hesi støðu, sum tølini vísa, skal finnast í ferðasambandinum. Hestur hevur eina ógvuliga avmarkaða ferðaætlan. Afturgongdin í tænastuni tykist at byggja á hugburðin, at ???tænastan kann lækka fyri hvønn persón, sum flytur???.

At tænastustøðið lækkar, ár fyri ár, er við til at skapa eina negativa gongd.Trivnaðurin minkar, møguleikarnir fækka, og fráflytingin veksur. Ístaðin eiga myndugleikarnir at økja munandi um samferðslumøguleikarnar, eins og tá t.d. undirsjóvartunlar verða gjørdir, grundað á væntaða framgongd. Góðir samferslumøguleikar út í Hest eru fortreytin fyri øktum vinnuvirksemi, trivnaði og fólkavøkstri.

Samferðsluráðið og Føroya Løgting eiga 
í felag at taka stig til at loysa trupulleikan á hestleiðini. Hestur kann ikki verða ofrað fyri eina aðra farleið. Báðar farleiðirnar skulu vera nøktandi.

??toyggjafelagið mælir til:
At samtykt verður at knýta Hest upp í Sandoyartunnilin og at eitt gott skip, ið kann taka bilar og føra farm, verður sett í sigling beinanvegin/skjótast gjørligt, saman við einari nøktandi ferðaætlan, ið tryggjar at tað ber til at ferðast tíðliga á morgni, mitt á degi og á kvøldið, til undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu.Hetta er ein haldgóð loysn, ið gevur bestu fortreytir fyri framburði.

Hvussu enn leikur fer, eigur Hestur alt fyri eitt at fáa eina munandi betri tænastu, tí
talvan omanfyri vísir, hvat úrslitið av vanrøkt av einari farleið ber við sær. Tí senda vit tykkum enn eina ferð eina inniliga áheitan um at fara til verka og loysna trupulleikan.

Vegna ??toyggjafelagið

??la Jákup í Dímun, formaðurOlga Biskopstø, samskip
ari.






Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder