2019-11-05 11:22
Gloymdur í Sørvági
Mikukvøldið kl. 20 verður bókaframløga í Café Fjørðoy, har Solby Christiansdóttir leggur skaldsøguna, Gloymdur, fram.
Bókin, sum byggir á veruligar hendingar, snýr seg um ein mann, sum liggur til at doyggja, tí eitt mistak er hent. Men hví er tað komið so langt, og hvør hevur ábyrgdina?
Samstundis er politisk kapprenning um, hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast í hæddini.
Tiltakið verður í Café Fjørðoy í Sørvági. Tað er ókeypis og byrjar klokkan 20. Eftir framløguna verður høvi til at seta spurningar, og tað ber eisini til at keypa bókina og fáa eina heilsan skrivaða í hana, umframt at kaffi, te og okkurt søtt verður til keyps.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald