Mentan

Glóðheitu VSJ á Okkara Voxbotn

...

2018-11-17 10:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Teir hava tikið okkum øll á bóli við teirra lívliga, lætta og pumpandi tónleiki. Teir komu inn á føroyska tónleikapallin við einum braki og VSJ er nú millum teir allarbest umtóktu bólkarnar í Føroyum. Tí er VSJ ein upplagdur bólkur at framføra á Okkara Voxbotn 2019.

Onkur ivaðist kanska, tá bólkurin varð settur at framføra á stóra pallinum til Summarfestivalin. Men bólkurin gjørdi allan iva til skammar, tí hann leveraði til UG. Tað var ein fragd at uppliva fjøld og bólk sameinast um lívliga tónleikin, og júst hetta fara vit at uppliva á Okkara Voxbotn, sum verður 29. Juni.

Frammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost Frequencies og tann gandakendi Hanus G fara at framføra á Okkara Voxbotn 2019.

Atgongumerki fáast í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder