Gásadalsgarður er heitið á nýggjum gistingarhúsi og matstovu,
sum hjúnini Katrin og Pól Fagraklett saman við vaksnu børnum teirra Jóhann,
Gunnvá og Pauli Fagraklett hava latið upp í Gásadali. Hetta er fyrstu ferð, at
ferðafólk fáa møguleika at yvirnátta og keypa sær mat í lítlu bygdini við nú heimskenda
fossinum, Múlafossur.
Stigtakarnir hava latið tvey nýggj hús byggja mitt í bygdini
til endamálið. Húsini standa á sama øki, sum onnur niðurslitin hús og smærri
bygningar stóðu á frammanundan.
Annað sethúsið verður brúkt til gistingarhús við fýra
tvíkømurunum, ið tekur móti gestum alt árið runt. Hitt húsið er matstova og
café frá apríl til september frá kl. 10.00 til 18.00. Restina av árinum eru
hølini, ið kunnu rúma upp til 55 fólk, tøk at leiga til ymisk tiltøk, so sum
veitslur og móttøkur.
Góðkent sláturvirki
Hølini, sum matstovan húsast í, eru samstundis bygd og
innrættaði soleiðis, at tey lætt og skjótt kunnu broyast til góðkent sláturvirki.
Hetta kemur væl við hjá Sp/f Gásadalsgarði, sum samstundis
er virkin bóndagarður við 1½ mørk jørð í Líðarhaga. Matstovan bjóðar av tí sama
teimum vitjandi smyrjibreyð við m.a. føroyskum viðskera, sum er tikin til
høldar um heystið á sláturvirkinum hjá Gásadalsgarði. Eisini er møguleiki at
keypa annan mat og drikkivørur.
Heimskendur fossur dregur nógv ferðafólk til sín
Síðstu árini er Múlafossur í Gásadali vorðin heimskendur sum
ferðavinnumál, og vitja tí nógv ferðafólk árliga í bygdini. Hesi ynskja ofta at
taka myndir av og við fossinum, sum t.d. Huffington Post herfyri kallaði fyri
???The Most Breathtaking Waterfall in The World???. Ferðatalið av útlendskum ferðafólkum
í Føroyum veksur støðugt, meðan føroyingar ferðast munandi meira í egnum landi.
Tí eru stigtakarnir bjartskygdir fyri grundarlagnum at reka bæði gistingarhús
og matstovu í Gásadali.
Íslendsku forsetahjúnini vitja Gásadalsgarð
Í samband við almennu vitjanina í Føroyum hjá íslendska
forsetanum, Guðni Th. Jóhannesson, og forsetafrúuni, Eliza Jean Reid, verður
vitjað í Vágum mánadagin 15. mai, har fara forsetahjúnini m.a. at vitja nýggja
Gásadalsgarð.
Til ber at bíleggja pláss á gistingarhúsinum umvegis
visitvagar.fo, [email protected] ella tel 277013. Meira kunning er
eisini at finna á facebook.com/gasadalsgardur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald