Mentan

Gist í umhvørvisvinarligum papptjaldi á G!

...

2017-07-12 15:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ger G! eitt sindur stuttligari og forvitnisligari við einum tjaldi úr papp fyri einans 300 krónur

Eitt tjald úr pappi? Tað ljóðar kanska vátt og skirvisligt, men tað er tað ikki. Tú kanst sova bæði turt, trygt og við góðari samvitsku í hesum forvitnisligu tjøldum. Vit hava royndarkoyrt tjøldini í Syðrugøtu seinastu vikuna - og tað stendur enn sum fyrsta dagin.

Slepp undan stríðnum

Við einum papptjaldi sleppur tú undan at standa í tímavís og baksa uppsetan. Tú rindar 300 krónur, og afturfyri fært tú eitt uppstillað tjald, sum rúmar tveir-tríggjar persónar. Støddin á tjaldinum er 2,40 m x 1,60 m, og tey eru bæði turr, trygg og sunnudagin kanst tu við góðari samvitsku kompostera títt tjald. Genialt!

Les meir um nýggju papptjøldiniher, ella keyp eitt íwebshoppinibeinavegin.

Gevið gætur: Avmarkað nøgd!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder