Mentan

Giljanes tiltakið 2020

...

2020-02-17 16:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Árliga Giljanes - tiltakið verður sunnudagin 23. februar í Høllini á Giljanesi.

Á skránni verður ma. loppumarknaður, bamsutombola, fiskibrunnur, mattombola, skjótibani, íssøla, og ikki minst, deydnuhjól við góðum vinningum.

Til ber at keypa sær okkurt til matna. Pylsuvognur og matsøla verður.

Lutaseðil verður seldur, har vinningurin er frystiboks við mati.

Til børnini verður ókeypis hoppiborg, og barnatiltak við klovninum BUBU.

Møtið fjølment og stuðli einum góðum tiltaki.

Inntøkan verður latin til góðgerandi endamál.

Skráin
15:30 Tiltakið byrjar
15:45 Bubu kemur á vitjan
16:30 Eydnuhjól byrjar
19:00 Vágaverk spælir, og gávuhandan
19:30 Eydnuhjól heldur fram
21:30 Lutaseðlar vera trektir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder