2014-10-20 02:11
Í botnuppgerðini á Giljanesi í dag, vísti Stjørnan við sigrinum 23-13 á Sóljuni, at tær klárt vóru betra liðið í dag. Men í fyrra hálvleiki var munurin ikki so stórur.
Bæði liðini hava nógvar nýggjar óroyndar leikarar, men við fleiri dystum kann vera, at tær menna seg,
Sóljan hevur nú leikt 4 dystir og hevur einki stig, Stjørnan hevði einki stig áðrenn dystin í dag, men eru nú komnar uppá 2 stig.
Dysturin í Vági millum VB og Neistan vann Neistin 25-31, Neistin liggur nú fremst í Bestu kvinnudeildini.
Støðan í Bestu kvinnudeildini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald