2015-07-14 03:30
Í fjør var eingin ivi um, at Andrias Eriksen var stóra stjørnuskotið her hjá okkum, og líka lítil ivi tykist í løtuni vera um, at Gestur Bogason Dam er í ferð við at taka heitið til sín í ár.
Gleðiligt er tað undir øllum umstøðum, at vit nú hava vissu fyri, at teir báðir eisini verða at síggja í B36 tey bæði komandi kappingarárini. Teir báðir hava nevnliga skrivað undir sáttmála, sum bindur teir at B36 bæði í 2016 og í 2017, tað skrivar b36.fo í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald