Mentan

Gestarøða í sambandi við prógvhandan á Tekniska skúla í Havn

...

2016-06-27 09:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gestarøða í sambandi við prógvhandan á Tekniska skúla í Havn fríggjadagin 24. Juni 2016. (Byggitøkningar, byggifrøðingar, tilvirkisatstøðingar og klædnaatstøðingar).

Framtíð í Yrkisútbúgvingarleiðini

Háttvirda samkoma, góðu Byggitøkningar og byggifrøðingar, góðu tilvirkisatstøðingar og góðu klædnaatstøðingar, góðu lærarar, góðu starvsfólk og leiðsla og øll tit avvarðandi.

Tá ið eg hevði skrivað hesar fyrstu reglur av røðu mínari, so hugsaði eg, at nú hevði eg í grundini longu sagt alt, sum sigast skal.

Tí tit prógva at nógv meira ber til í Føroyum, enn tey flestu halda ??? og at tað eru nógv fleiri góðar og grundleggjandi útbúgvingar at taka í Føroyum, enn mann skuldi trúð, um mann bara lurtaði eftir almenna orðaskiftinum í fjølmiðlunum.

Tit sita her í dag við góðum prógvi innan fýra umráðandi yrki. Tit kunnu velja annaðhvørt at fara víðari á útbúgvingarleiðini, ella tit kunnu fara beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin ??? tann føroyska ella altjóða arbeiðsmarknaðin. Og eg veit, at kursurin á tykkum og á tykkara útbúgving er høgur. Í dag og í framtíðini.

Og hyggja vit okkum í kring her úti í Smiðjugerði og í Marknagili, so eru uppaftur fleiri týdningarmiklar førleikagevandi útbúgvingar í at velja á Glasum ??? fyrrverandi Tekniska Skúla og Handilsskúla. Framhaldsútbúgvingar eftir miðnám.

Og tað skal vera mín vón, at júst tit prógva, at tær almennu Føroyar - skulu gera so nógv nógv meira við at skipa styttri og meðallangar yrkisrættaðar og handverksrættaðar útbúgvingar í Føroyum. Tað er bara hugflogið sum setur mark fyri møguleikunum. Er viljin til staðar, so kundu vit ivaleyst bjóðað einum 100 ungdómum fleiri eina góða og førleikagevandi útbúgving her úti í Marknagili um árið!

Men tann sum einans lurtar eftir fjølmiðlunum kann halda, at her ber als einki til í Føroyum, tí vit hoyra bara um, at tað eru ov fáir útbúgvingarmøguleikar, og at tey ungu rýma av landinum, og koma ikki aftur. Tað er gott at fáa flog undir veingirnar og at síggja, hvussu onnur hugsa og loysa sínar avbjóðingar. Men tað er eisini gott at taka eina hond í heima hjá sær sjálvum.

Kanska er tað bara ein spurningur um betri marknaðarførslu ??? tí møguleikarnir eru nógvir ??? og eg hugsi at tit kunnu skriva undir uppá, at teir eisini eru góðir.

Tess fleiri sum síggja týdningin av verkligum, vinnuligum og ástøðiligum útbúgvingum, tess fleiri tilboð kunnu vit seta á stovn. Skúlin sum verður bygdur her við síðuna av letur upp fyri hópin av nýggjum møguleikum.

Fyrstu tilvirkisatstøðinar í Føroya søgu

Tit sum í dag fáa prógv sum tilvirkisatstøðingar eru teir fyrstu føroysku tilvirkisatstøðingarnir yvirhøvur (stavikongtrollin hjá mær kendi als ikki orðið). Og tað er við einari serligari kenslu og gleði, at eg í dag beri júst tykkum eina heilsu. Eg var so heppin at sita sum landsstýriskvinna í mentamálum eitt skeið frá 2008 til 2011, og setti mær fyri, at slóða fyri fleiri og fjølbroyttari yrksirættaðum útbúgvingum, og sum eisini høvdu ein profil, sum kvinnur hava áhuga fyri.

Á námsferð í Íslandi varð tað greitt, at vit skuldu blíva betri til at taka hond um okkara ymisku og siðbundnu tilfeingi ??? men við nútímans arbeiðshættum og sniði. Og vit gjørdu av, at fara undir hesa útbúgving, sum tit hava valt, tilvirkisfrøði.

Møguleikarnir eru óendaligur, bæði hjá tykkum, og hjá okkum at menna útbúgvingarnar enn meira. Skjótt fer Setrið undir hægri listfrøðiliga útbúgving, og burturúr samstarvi millum partarnar, kunnu góð úrslit spyrjast burturúr.

Tað skal vera mín vón, at vit ikki einans hava tryggjað tykkum eina útbúgving, men at vit eisini hava kveikt ein vilja og ein áhuga í tykkara barmi at fara víðari ??? heilt út har, sum mann kanska stúrir fyri ikki at grynna. Tá kunnu kollveltandi úrslit spyrjast burturúr.

Tíðin fer frá Hennes og Mauritz

Klædnaatstøðingaútbúgvingin hevur nakað fleiri ár á baki ??? men hesar báðar útbúgvingar ganga hond í hond. Og tað hava tit eisini fleiri ferðir prógvað, at snið, design, klædnaframleiðsla og tilfeingi eru meira forvitnislig í dag, enn hesi yrki hava verið leingi.

Eg rokni við at tíðin fer frá Hennes og Mauritz ??? og at tíðin er við slow clothing, siðbundnum tilvirkingarhættum av nýmótans klæðum og pløggum. Fleiri og fleiri íverksetarar spretta innan tykkara yrki, og tað fegnist eg um hvønn einasta dag. Tí einki er so gevandi sum at evna til lutir og pløgg við sínum egnu hondum og úr egnum høvdi. Og ongantíð betri um mann samstundis loysir onkran átrokandi umhvørvistrupulleika. Kaga vit í siðsøguna er tað so ótrúliga nógv spennandi at byggja á. Minnist eina søgu úr Letlandi. Har var búskaparkreppa og arbeiðsloysi har á leiðini. Siðbundna handverkið var at knipla. Men tað vóru ikki nógvir pengar í tí. Men so fann eitt genalt høvd uppá at evna tey lekrastu og mest eggjandi kvinnu undirklæði burturúr kniplingunum - og tað var ein góð forrætning.

Tit hava fingið gott í beinið og í hendurnar ??? og eg vóni at eisini tit fara at troyta og at brúka tykkara hugflog, so at vit finna loysnir á til dømis endurnýtslu avbjóðingini, sum vit ikki høvdu droymt um.

Heimurin liggur fyri tykkum opin

Og so til tykkum byggitøkningar og byggifrøðingar. Arbeiðsmarknaðurin hungrar og skríggjar eftir tykkum. So fyri tykkum liggur heimurin opin. Eg vóni, at tit ikki bara velja tann lætta og ókompliseraða vegin, og tær løttu loysnirnar. Men at tit seta tykkum høg mál ??? til dømis at fyribyrgja øllum hugsandi byggigølum og soppagølum í framtíðini í Føroyum. At tit taka saman lógvatak við tey, sum hava hug at granska og finna fram til tann rætta byggiháttin í føroyskum veðurlagi og umhvørvi. Byggihættir, sum sameina avbjóðingar frá veðurlagi, mentan, fagurfrøði, umhvørvisvernd, fígging og gerandisdegnum í dag. At tit finna fram til røttu og sjálvsøgdu orkuloysnirnar og bjálvingarloysnirnar í búseting og vinnu í Føroyum.

Ja, tað er í grundini ikki endi á spurningum, sum krevja eitt kompetent svar. Og tit kunnu svara, um tit vilja brýggja tykkara høvur ??? hvør sær og eisini saman.

Eg havi hug at leggja afturat, at tað á altjóða arbeiðsmarknaðinum er stórur tørvur á førleikum innan øll tykkara yrki. Tað kundi verið spennandi og mennandi, um tit eisini vera við til at menna nýggjar útflutningsfyritøkur, sum kunnu gera samhandil okkara við umheimin meira fjølbroyttan, og at tit kunnu selja tænastur innan tykkara yrki út um landoddarnar.

Í nýggjari støðu eru eisini nýggir møguleikar

Dagurin í dag er sjáldsamur á mangan hátt. Bretland hevur júst atkvøtt seg úr ES, og Føroyar eru ikki limir í ES.

Tað hevur verið spátt, at júst henda avgerð breta, kann koma millum annað Føroyum illa við. Nú er hjá øllum klókum høvdum og klókum hondum at síggja teir møguleikarnar, sum tey á Parnassinum ikki hava sæð enn.

Tí í hvørjari einastu nýggjari støðu eru eisini nýggir møguleikar ??? hvussu truplir teir kunnu vera at fáa eyga á í fyrsta eygnabrá. Eg seti mína vón til, at tit síggja hesar møguleikar, og at tit seta tykkum fyri at troyta teir.

Eg seti eisini mína vón til, at tað fer at riva fyri eygunum, og at fleiri og fleiri ung fara at velja yrkisútbúgvingarleiðina gjøgnum lívið.

Tí í dag er tilveran lívlong læra. Tann sum í dag heldur seg vera liðugt útbúnan er helst meira liðugur enn útbúgvin. Og soleiðis fer tað eisini at vera í tykkara lívi. Eg vænti at síggi fleiri tykkara ??? her úti í Marknagili í einum hvørjum útbúgvingarørindum næstu árini. Ella at tit leita út í heim at nema tykkum vitan, erfaring og sjónarring.

Hjartaliga tillukku til tykkum øll 36 byggitøkningar, byggifrøðingar, klædnaatstøðingar og tilvirkisatstøðingar við próvnum.

Sum sagt teldutøka orðabók mín kendi ikki hesi heiti tilvirkisatstøði, klædnaatstøði og byggitøkni.

Fari tit út og geri hesi heiti kend og ómissandi.

Helena Dam Neystabø

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder