2019-07-09 08:10
Beint norðanvert Zarepta í Vatnsoyrum, liggur eitt tíðandi krígsminni frá 2 veraldarbardaga, fyri Vágafólk er hettar eitt vælkent krígsminni, millum annað stendur ein grund við sera snøgt lagaðum eldstaði á økinum, eins og Føroya fyrsta rundkoyring, hettar øki við øllum jarðfestum lutum er friðað sambært Lóg/Kunngerð frá 2009.
Men í gjár var kynt stórt bál á gólvinum inni í grundini, skamt frá snøgt lagaða eldstaðinum, hettar elvur sjálvsagt til, at gólvið sum var stoypt, spreingist av øllum hitanum frá bálinum og hettar er at gerða seg inn á ella at oyðileggja friðað krígsminnir.Tað vekjir undran og ørkymlan, at slíkt fyrigongur seg, tá ið Vága Floghavn og Sørvágs Kommuna skuldu gerða eina rundkoyring við innkoyringina til flogvøllin var hettar nokta grunda á lógina/kunngerðina um krígsminnir, ein/eitt frostsprongd/t grund/gólv frá einum bygningi frá krígsáunum lá í økinum, har ætlan var at staðseta rundkoyringina.Men hvat er virið í einari friðingarlóg/kunngerð sum skal verja krígsminnini runt um í landinum, tá ið einki stendur um avleiðingar av at bróta hesa lóg/kunngerð ?Er Vága Kommuna ella annar avvarandi mynduleiki eitt nú Tjóðsavni vitandi um støðuna ?Vh.Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald