Fólkaheilsuráðið ynskir at fáa uppskot um eina gerandishetju.
Í sambandi við Fólkaheilsuráðstevnuna fríggjadagin 20. oktober verður gerandishetjan avdúkað. Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.
Endamálið við at finna gerandishetjuna er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt nakað munagott innan heilsufremjan. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá fólki. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskararo.s.fr. ??ll kunnu tilnevna gerandishetjuna. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin.
Seinast freist at koma við uppskotum er 12. oktober 2017.
Tey, sum ynskja at koma við uppskotum skulu útfylla oyðiblað, sum liggur á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum.
http://www.folkaheilsa.fo/news-gerandis+hetjan+2017.htm
Leinkja til oyðiblaðið erher
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald