Ein nostalgisk hittparada verður á Tórsfest, tá Halberg & Friends koma at framføra. Oddamaðurin Poul Halberg hevur í 45 ár verið partur av danska tónleikapallinum, og nú sleppa vit at njóta hansara tónlistarligu góðskubitar tann 20. juli í gongugøtuni í Havn.
Hann var oddamaður í bólkinum Halberg Larsen og ein av stovnarunum í dansku poppmaskinuni RayDeeOhh. Saman við bólkunum skrivaði og framleiddi Poul Halberg nøkur av teimum allarstørstu hittinum í 80unum. Løgini ???Magi i luften???, "Jeg vil lade lyset brænde??? og ???Mandags stævnemøde??? eru bara nøkur av løgunum, sum vórðu tráspæld í Danmark og í Føroyum. Seinastu 6 árini hevur Poul Halberg framført undir flagginum Halberg & Friends, og eru framførslurnar hjá bólkinum sera vælumtóktar. Sostatt er lagt upp til eina røð av afturlítandi hittum tá vælsmurda tónleikamaskinan Halberg & Friends trína á pallin á Tórsfest.
Frammanundan er longu greitt at tungu dreingirnir úr Suspekt og rokklegendan úr Twisted Sister, Dee Snider fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019. Atgongumerki fáast á ebillet.fo, í Power í SMS og í øllum Fast handlum kring landið fyri kr. 495,-
Okkara Tórsfest er stuðlað av:
Power, SMS, Norðoya Sparikassa, Fast, Hvonn, Atlantic Airways og Okkara.
Tónleikur. Tórshavn. Tað er Tórsfest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald