Mentan

Gamla bátasmiðjan verður nú summarhús

...

2019-03-31 10:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Her er ein søgulig mynd, sum Tjóðsavnið eigur, og kanska nokkso viðkomandi og stuttlig júst nú Gamla Smiðja, ella Bátasmiðjan, sum onkur kallaði hana, er niðurtikin tí hon var í sera ringum standi.

Nýtt verður bygt ístaðin. Tó verða endaveggirnir standandi, teir lagaði Ludvík Petersen, kallaður Ludvík á Steig, helst seinast í 1800-talinum - Ludvík var pápi Petur Elias, abbi Niels Marius og langabbi til Petur Elias, sum vit kenna m.a. frá ÍSF, tað er Petur Elias, sum nú umbyggir Bátasmiðjuna til summarbúðstað.

Gamla smiðja varð bygd at smíða bátar í. Bátarnir vórðu smíðaðir í erva, og óivað tí var so høg reising á.

Í niðaru hæddini varð hoyggj goymt. Seinastu árini høvdu Elias Karl og Heina S. Petersen heimaseyðin inni har. Umframt at ullin, sum kom heim av Oknadali var goymd har, til hon varð skild í ymsu litirnar, áðrenn hon varð seld.

Tað eru nógvir bátar smíðaðir í Bátasmiðjuni. Eisini vóru fleiri bátar smíðaðir uttanfyri, tí teir vóru ov stórir, at smíða inni.

Gamla Smiðja hevur verið í somu ætt øll árini, og nú eigur 4. ættarlið hjá Ludvíki á Steig.

Tá ið feðgarnir Petur Elias og Niels Marius í 50-inum og fyrst í 1960 fóru at smiðja teir stóru bátarnar til grønlandsútróður, vórðu teir smiðaðir í einari barakk frá eingilsmonnunum - Barakkin hjá Dáva, miðskeiðis í 60-inum bygdi Niels Marius stór sethús, tá fóru teir at smíðja í kjallaranum har.

Sí eisini myndirnar niðanfyri her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder