Mentan

GAKK, S??KKLA ELLA RENN til setanina av Mentanarvikuni

...

2019-04-17 07:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Fyrsta dagin í Mentanarvikuni tann 22. apríl fara Rynkeby súkklur úr hvør sínum heraðshorni í Runavíkar kommunu og seta kósina móti Skótahúsinum við Løkin. Gongufelagið og Roysnið gera seg eisini tilreiðar.  


Fólk frá Rynkeby liðnum eru við allan vegin og tey vegleiða, hvussu fólk skulu súkkla í rekkju
Til ber at súkkla ein langan tein av bygd til Skótahúsið við Løkin ella styttri teinar, antin úr Skálafirði við EFFO ella við Glyvra skúla. Hesin seinasti teinurin hóskar sera væl til  familjur. Av trygdarávum súkkla fólk frá Rynkeby fremst og aftast.  

Team Rynkeby skráin sær soleiðis út:  
Funningur við Skúlan
kl. 11:00 
Elduvík við Skúlankl. 11:00 

Funningsfjørður við skúlankl. 11.30
Oyndarfjørður við skúlankl. 11:00 
Skála við skúlan kl. 12:00
Í Skálafirði við Effokl. 12:30 
Søldarfjørður við barnagarðinkl. 13:00 
Lambareiði á eiðinumkl. 13:20 
??ðuvík kl. 12:30 Súkkla til Glyvra skúla 
Rituvíkkl. 12:45 Súkkla til Glyvra skúla

Glyvra skúlikl. 13:40 
??ll súkkla til Glyvra skúla og síðan verður súkklað saman til Skótahúsið, har setanin verður kl. 14.00 

 


Tað er Roysniðsum stílar fyri renningina.
Leiðin byrjar Niðri á Støð í Lamba kl. 13.20  og til Skótahúsið við Løkin.

 

Eysturoya Gongufelag skipar fyri gongutúri runt Toftavatn. Tey sum eru áhugaði at luttaka kunnu hittast við Skúlan við Løkin kl. 13:00.

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður sett 22. apríl sum er 2. Páskadagur. Á skránni verður millum annað tónleikur harJassarnir framføra nøkur løg, síðani fer Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri at seta Mentanarvikuna 2019

At enda fara Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen framføra. 

 

??ll eru hjartaliga vælkomin í Skótahúsið við Løkin kl. 14:00. 


Les meira um Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu á visitrunavik.fo

 

Visit Runavík

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder