2013-12-04 04:50

Flakatrolarin Gadus kemur á Klaksvík mitt í nátt. Gadus hevur góð 700 tons í flaki.
Gadus hevur roynt í russiskum sjógvi í Barentshavinum, teir fóru at sigla 27. november.
Gadus hevur gjørt eitt gott ár í ár, men flakaprísurin er fallandi, tað kemst av nógva fiskinum, sum verður fiskaður av russum og norðmonnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald