Mentan

Fyrstu tilfeingisprógvini handað

...

2016-06-24 13:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Hósdagin 23. juni var prógvhandan á Fiskivinnuskúlanum, har 19 næmingar fingu gymnasialt miðnámsprógv á tilfeingisbreytini. Tey eru samstundis tey fyrstu nakrantíð, sum fáa eitt slíkt prógv, síðan nýggja gymnasiala miðnámsskipanin fór av bakkastokki í 2013. Tískil skriva tey føroyska skúlasøgu.

Tilfeingisbreytin er ein føroyskt uppfinning, sum ikki finst aðrastaðni. Tí er nýggja breytin ein spennandi roynd at skipa eina gymnasiala útbúgving, sum er málrættað til føroyska samfelagið, men sum eisini kann nýtast í altjóða høpi.

Hesi fingu prógv: Arngrímur Joensen, Kvívík, Ása E. Nielsen, Sandavágur, Astrid L. í Garðastovu, Vestmanna, Bjartur L. Nikulásson, Skopun, Bjørg M. Rubeksen, Tórshavn, Durita E. Hansen, Kollafjørður, Eli Joensen, Kollafjørður, Eva Kjæld Hansen, Tórshavn, Hans Meinhard í Eyðansstovu, Mykines, Hansa Frederiksberg, Nes, Janhild Jensen, Vestmanna, Jonita á Plógv, Sandavágur, Karina í Soylu Joensen, Tórshavn, Linda Elisabet á Geilini, Tórshavn, Poul Eli Johannesen, Skála, Sára N. Arabo, Oyrareingir, Sascha D. Niclassen, Miðvágur, Sólbjørg H. ??rvarodd, Hoyvík og Tóki Berg Mikkelsen, Tórshavn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder