Tíðindaskriv.
Nomi
Jacobsen sett í starv sum fyrstilærari í Skála skúla
Hanna Jensen,
landsstýriskvinna, hevur sett Nomi Jacobsen í starvið sum fyrstalærara í Skála
skúla frá 1. august 2019 at rokna.
Nomi Jacobsen er 56 ára
gomul og hevur hetta síðsta árið verið fyrstilærari í tíðaravmarkaðum starvi í
Skála skúla. Hon tók læraraprógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið
Diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við
Diplomútbúgving í leiðslu.
Nomi Jacobsen hevur
eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini
sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum
fyrstilærari. Eisin hevur hon verið skúlastjóri í Vestmanna skúla í tvey ár.
Mentamálaráðið,
8. apríl 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald