Mentan

Fyrsti førleikametti kandidaturin liðugur

...

2019-04-27 08:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Setur.fo skrivar: Mentamálaráðið hevur avgjørt, at námsfrøðilig útbúgving til miðnámsskúlalærara framyvir skal staðsetast á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

??tbúgvingin hevur í eitt áramál verið í eini bíðistøðu, og tað hevur havt tær óhepnu avleiðingar, at gott 30 % av teimum, ið undirvísa á miðnámi, onga námsfrøðiliga útbúgving hava.

Nógvir lærarar, sum hava undirvíst í mong ár á einum miðnámsskúla, hava í seinasta lagi í 2015 tikið ástøðiliga partin til námsfrøðiligu útbúgvingina. Umframt at hava undirvíst í seks ár og meira hava teir eisini eygleitt aðra undirvísing í ymsum lærugreinum og ymsum skúlaskipanum í 40 tímar. Hetta eru drúgvar undirvísingarroyndir, sum hesi fólk einki endaligt prógv hava kunnað fingið fyri. Í sambandi við at MMR hevur uppraðfest førleikameting, og vit á Fróðskaparsetrinum hava fingið myndugleika sum førleikametarar, avgjørdu vit at seta í verk eina førleikameting av kandidatum við ástøðiliga partinum og drúgvu undirvísingarroyndunum. Hetta er gjørt eftir neyvum leisti og hevur fingið góðkenning í danska undivísingarmálaráðnum, sum er okkara evsti góðkenningarmyndugleiki mótvegis útheiminum.

Fleiri kandidatar hava ynskt at taka sína útbúgving lidna eftir hesum leisti. Hetta er ein loysn, sum fer at gera tað lættari at fara í holt við nýggju útbúgvingina, sum eftir ætlan skal byrja í august. Fyrsti kandidaturin eftir hesi skipan var Mona við Reiðlið, sum arbeiðir á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Mona er sjúkrasystir og hevur tikið master í positivari sálarfrøði á ??rhus universiteti. Hon undirvísir í sálarfrøðilærugreinum og hevur drúgvar undirvísingarroyndir á Heilsuskúla Føroya. Ein innstillingarnevnd við viðkomandi fakfólki við námsfrøðiligum prógvi innstillaði Monu til at taka verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini við eini førleikameting. Mona fekk í tíðarskeiðinum millum innstilling og endaliga vitjan vegleiðara knýttan at sær, sum virkaði sum ráðgevi og eygleiddi og vegleiddi henni í hennara undirvísing. Skotsmálini, Mona fekk við endaligu vitjanina, vóru stak góð, og Fróðskaparsetur Føroya ynskir fyrsta kandidatinum, sum hevur tikið verkliga og endaliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini, til lukku við loknari útbúgving. 9 fólk fara í hesum skúlaárinum at hava lokið verkliga og seinasta partin av námsfrøðiligu útbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya.

Uttanhýsis metarar, kandidatur, vegleiðari og leiðari skúlans

Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúla Føroya, handar Monu við Reiðlið blómuheilsan eftir lokið prógv

Mona við Reiðlið undirvísir her heilsurøktarum í psykiatri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder