JN

Fyrsta umfar av Barnaprix 2014

...

2014-11-09 23:15 Author image
placeholder

Eitt sera spennandi undanumfar av Barnaprix 2014 er júst farið aftur um bak. Tey sjey børnini sum luttuku í hesum fyrsta umfarinum av kappingini, sungu so væl, at tað nærum var ógørligt at velja tvey burturúr sum skulu víðari til finaluna. Men aftaná at dómararnir høvdu tikið støðu, var greitt at Rói Waag ??lavsson og Vár Egilsnes Petersen vóru tey sum umboða Havnina í finaluni. Angela og dómarin, ella skulu vit kanska heldur siga fuglurin Arla, vóru sera væl uppløgd tá børnini skuldu presenterast, og sjálvt um Arla er sera sera frek viðhvørt, so helt áskoðarafjøldin eisini hon var stuttlig og fitt eins og øll børnini sum vóru komin í Reinsaríið í kvøld. Eisini var Rógvi B. Dam við, og í steðginum undirhelt hann við sínum gandakystrum, so hetta var eitt serstakliga væleydna kvøld.Enn ber til at tekna seg til kappingina. Næsta umfar av Barnaprix 2014 verður kunngjørt seinni.

HYGG HER:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder