2018-06-26 13:57
Jógvan í Garðastovu, sum vanliga verður nevndur Agga, var tann fyrsti, sum fekk húgvuna á høvdið á Miðnámi í Vestmanna í ár. Í morgun var hann til próvtøku í próvtøkuverkætlanini í fakinum tilfeingi A, sum hann hevur havt 3. skúlaárið. Agga kláraði seg ógvuliga væl , og fekk próvtalið 12. Á myndini er hann saman við foreldrunum Margit og Marius í Garðastovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald