Í fjør bleiv Miðnám á Kambsdali góðkent at standa fyri sokallaðu DELF próvtøkuni, og í farnu viku bleiv fyrsta prógvið handað Rebekku Askham, sum eisini tók studentsprógv í summar.
DELF stendur fyri Diplôme d???études en langue franҫaise og er skipað í trimum torleikastigum. Endamálið er at fáa skjalfest førleikarnar í fronskum eftir einum felags evropeiskum leisti.
Fransktlærarar skúlans, Hanna Jensen og Hallgerð Brim, eru góðkendir próvhoyrarar og próvdómarar til DELF royndirnar. Tær eru skúlaðar frá franska stovninum, Institut Franҫais, í Keypmannahavn.
Næstu royndirnar verða í tíðarskeiðnum 24., 25., og 26. apríl í 2017.
Nærri kunning um royndirnar verður send út í seinnu helvt av mars mánaði. Hevur tú spurningar um royndirnar, um tey ymisku torleikastigini ella annað hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at ringja til Honnu Jensen á telefon 211057 ella skriva til [email protected].
Mynd 1: Páll Isholm, rektari, handar Rebekku Askham fyrsta DELF prógvið í Føroyum.
Mynd 2: Hanna Jensen og Hallgerð Brim, fransktlærarar skúlans, saman við Rebekku Askham.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald