2021-11-12 08:23
Fyrispurningur um eftirmetingina av eldraøkinum.
Soljóðandi fyrispurning/áheitan hevur Alzheimerfelagið sent Elsebeth
Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum og
Kommunufelagnum:
1. januar 2015 varð eldraøkið lagt út til kommunurnar at umsita. Tá
meldaði politiska skipanin út, at økið skuldið eftirmetast eftir tveimum
árum. Nú eru skjótt 7 ár liðin, og eftirmetingin er framvegis ikki
liðug.
Til ráðstevnuna hjá Alzheimerfelagnum í Norðurlandahúsinum 20. og 21.
sep. 2021 var ein pallborðsfundur. Á fundinum nevndi landsstýriskvinnan
í almannamálum at eftirmetingin var um at vera liðug, og at hon varð
gjørd í samráð við Kommunufelagið.
Alzheimerfelagið umboðar ein stóran part av teimum borgarum, sum hava
tørv á tænastum innan eldraøkið um alt landið. Tí høvdu vit í sambandi
við eftirmetingina sæð okkum sum ein sjálvsagdan part, sum skuldi
hoyrast um støðuna á økinum hjá okkara limum og teirra avvarðandi.
Higartil hava vit einki hoyrt fra pørtunum, sum gera eftirmetingina.
Tí vilja vit spyrja tykkum, nær vit kunnu vænta at blíva hoyrd? Vit
vilja eisini heita á tykkum um, at vit kunnu blíva hoyrd, áðrenn
eftirmetingin endaliga er liðug.
Vinarlig,
Ann-Mari Jensen, forkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald