Mentan

Fyrilesturin verður í skúlanum á Giljanesi hósdagin

...

2018-11-07 13:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrilestur um havfornfrøðiligar kanningar og Eyðanstovuskipið

 

Tjóðsavnið og Vága kommuna skipa hósdagin 8. november fyri fyrilestri um tær fornfrøðiligu kanningar, sum í løtuni verða gjørdar av Eyðanstovuskipinum.

 

Fyrilestrahaldararnir eru Philipp Grassel, Ph.d. í havfornfrøði, sum arbeiður á Deutsche Schifffahrtsmuseum í Bremerhaven, Kevin Martin, havfornfrøðingur, sum er íri og sum í løtuni ger eina Ph.d  í Íslandi og Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur á Tjóðsavninum.

 

Havfornfrøðingarnir eru komnir til Føroya at kanna leivdirnar av skipsvrakinum, sum kom til sjóndar í Eyðansurð í Sandavági í 1947, vanliga nevnt Eyðansstovuskipið. Fyrr hevur verið nevnt um leivdirnar kunnu vera vrakið av einum víkingaskipi. Nú serfrøðingar í havfornfrøði eru komnir at vitja, ber til at koma nærri at einum svari, hvat slagi av skipi hetta er, og møguliga hvussu gamalt skipið er. Fyrilesturin verður hildin á enskum, men høvið verður at seta spurningar á føroyskum.

 

Fyrilesturin verður í skúlanum á Giljanesi hósdagin 8. november kl. 17.00 -18.00.

 

Fyrilesturin er almennur og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder