"Barndómurin varðar alt lívið" - ??keypis fyrilestur við Frid Hansen
Fyrilesturin, "Barndómurin varðar alt lívið", verður í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7, Tórshavn í kvøld, mikudagin 18. Septembur, kl. 17:00. Fyrilesturin er ókeypis. Hann kann eisini stroymast á Facebooksíðuni hjá ??ll hava rætt til góð barnaár:https://www.facebook.com/%C3%98ll-hava-r%C3%A6tt-til-g%C3%B3%C3%B0-barna%C3%A1r-957420434319813/
??ll vaksin hava ábyrgd fyri øllum børnum. Tað menniskju upplivað sum børn er við teimum alt lívið. Tí er tað týdningarmikið, at lurtað verður eftir teimum børnum, sum vaksa upp í familjum, raktum av rústrupulleikum, og at tey sjálv sleppa til orðanna. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at skommin, sum fylgir við rústrupulleikanum, verður tikin upp og við dirvi viðgjørd. Familjur, sum eru raktar av rústrupulleikum, hava tørv á dygdargóðari viðgerð og hjálp, og tey hava tørv á henni tíðliga. Barndómurin varðar alt lívið og tí kann umsorgan og nærvera broyta heil lív.
Viðurkendi og virðislønti norski sálarfrøðingurin, Frid Hansen, vitjar nú fyri triðju ferð Føroyar. Í nógv ár arbeiddi hon hjá Bláa krossi í Noregi og har sá hon hvussu álvarsliga rústrupulleikar hjá vaksnum raka børn. Í lívligum fyrilestrum hevur hon við síni sereyðkendu blanding av professionalismu og passión bertikið føroyingar, bæði leik og lærd. Grundað í gransking og royndum, deilir hon rámandi søgur um lagnur, hon hevur nomið við sum sálarfrøðingur. Tað er torført, um ikki ómøguligt, at fara órørdur heim eftir fyrilestur við Frid Hansen.
Tað er ??ll hava rætt til góð barnaár, sum skipar fyri tiltakinum. ??ll hava rætt til góð barnaár er verkætlanin hjá Bláa krossi Føroya, sum hjálpir børnum, ungum og familjum, har rúsur er ein trupulleiki í heiminum.
Lív Justinussen
Sálarfrøðingur á Fyribyrgingardeildini
Blái Krossur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald