Mentan

Fyrilestrar við Kitty May og Jan Elmar

...

2016-12-01 15:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánakvøldið 5. desember verður Frælsi vertur fyri tveimum fyrilestrum í Marghøllini í Sørvági.


Undir heitinum ???Frá reyðvíni til marathon???, hevur Kitty May skriva eina bók um, hvussu hon legði lívið hjá sær um og kemur at greiða frá hesi tilgongdini.

Jan Elmar kemur at greiða frá um byrjunarrenning, hvussu man kemur í gongd og at halda út.

Um bókina hjá Kitty May sigur Sprotin:
Tað er ikki vanligt at viðurkenna síni brek og sínar snávingar alment. Tað gera flestu okkara ikki. Men tað ger Kitty May í bók, sum kemur á marknaðin týsdagin tann 18. í hesum. Hon viðurkennir, at hon fyri nøkrum árum síðan hoknaði undir byrðuni at vera væl útbúgvin karrierukvinna og mamma at fleiri børnum við stórum húsum og nógvumsosialum sambondum at røkja samstundis. Hon kom út á ein skráa og endaði har, ið ringt var at finna upp í ljósið aftur. Men tað megnaði hon.
Í dag rennur Kitty May marathon kring alt Europa, men fyri fáum árum síðani var hon langt niðri og bundin av rúsdrekka. Hetta er ein fantastisk, persónlig og rørandi søga um at missa fótafesti í lívinum, at reisa seg aftur og fáa eitt betri lív.

Jan Elmar Sørensen er ein av føroya fremstu rennarum, hevur luttikið á Oyggjaleikunum. Hann byrjaði á ungum árum at renna og kappast í dag ímóti elituni í Føroyum, umframt at hann luttekur í kappingum uttanlands. Fyri kortum var hann á venjingarlegu í Yaya Village í Etiopien.

Fyrilestrarnir eru ókeypis og verða í Marghøllini í Sørvági mánakvøldið 5. desember kl. 19.30. Tað verður møguligt at keypa bókina ???Frá reyðvín til marathon??? hjá Kitty May aftaná fyrilesturin, umframt at Jan Elmar fer at vísa ymiska renniútgerð fram.

Frælsi bjóðar kaffi/te og frukt
??ll eru hjartaliga vælkomin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder