Ítróttur

Fyri okkum eru tit allir vinnarar

...

2015-08-04 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tórshavnar kommuna skrivar:

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri m.a., tá tikið varð ímóti manningini á Avalon í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, har nógv fólk var samankomið.

- Tað er so mangan sagt, at føroyingurin er føddur við ár í hond. Tað er sjálvandi reyp, men tó so, fyri mær er eingin ivi um, at vit í so máta hava serlig evni. Handalag, áralag, kropsburður ??? alt rennir saman í eina eind, tá vit setast við árarnar, segði borgarstjórin.

- Hetta kenna vit øll, sum hava luttikið í kappróðri frá ungum árum. Alt hetta, sum er okkum í holdið borið, umframt treisknið og viljan til at vinna. Helst ger tað okkum til nakað serligt, sum vit eiga framum so mong onnur.

- Vit, sum so mangan hava fylgt Livari og hansara vinmonnum, hava eisini havt hesa stevnukensluna í okkum hesaferð, hetta at fregnast hvussu gongur, vinnaralyndið stikst upp í okkum, og vit onkursvegna liva okkum inn í støðuna, spenna bringuna úr okkum og fegnast, tá væl gongst.

- Líka so vónsvikin gerast við, tá tað gongst illa. Sum nú tit vendu við, tí veðrið ikki var til vildar. Men, sum Livar tók til, so hevur hann roynt at rógva við útlendskum og heimsgitnum superstjørnum, men hesaferð vóru tað seigir føroyingar, sum sótu við árarnar. Og tað gjørdi munin!

- At fleiri tykkara eru havnarmenn og gamlir rógvarar á Havnarbátinum vekir eina serliga kenslu í okkum, sum hava havt Havnar Róðrarfelag sum okkara ítróttarliga heim í mong ár. Og tað skal ongin loyna vera, at mær dámdi væl, tá Livar herfyri nevndi møguleikan at manna bát ??? bara við føroyingum! TAÐ hevði verið spennandi!

- Lat fara at tit ikki komu til Havnar á ólavsøku. Lagnan man sær ráða, serliga á sjónum. Tit vunnu fram og tit og komu inn á Gomlurætt - men tað er eisini í Tórshavnar kommunu! Eg veit væl, at hetta ikki beinleiðis var nøkur kapping hesaferð ??? men fyri okkum eru tit í dag allir samlir vinnarar!

- Eg fari at takka tykkum fyri hetta einastandandi upplivilsið. Eg fari eisini at takka tykkum fyri, at tit ikki gera hetta fyri tykkara egnu skuld, men at túrurin er ein stuðulsrógving við einum einastandandi góðum endamál, til frama fyri treingjandi børnum. Tøkk fáið tit fyri tað ??? og eg fari samstundis at heita á øll um at dugna tykkum við einum oyra á konto hjá Næstanum í Eik.

- Tit gera hetta ikki einsamallir, og eg fari tí eisini at veita eina tøkk til familjur tykkara, sum eg veit hava veitt tykkum ómetaligan stuðul, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann enn einaferð beyð teimum væl afturkomnum, rópti trífalt hurrá og handaði gávur frá kommununi sum minni um stóra bragdið.









Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder