2016-09-27 14:05
Eftir at áhugin fyri kórstevnuni hjá Kórsambandi Føroya dalaði nakað fyri nøkrum árum síðani, er nú av álvara vend komin í. Fyri skjótt tveimum árum síðani gjørdi nevndin av at broyta kórstevnuna til at fevna um ein dag, ístaðin fyri tveir-tríggjar dagar, sum tað hevði verið í nógv ár frammanundan. Broytingin varð sera væl móttikin, og luttakandi talið av kórum og kórsangarum nærum tvífaldaðist beinanvegin, og vøksturin helt fram í ár.
Nevndin í Kórsambandi Føroya tók somuleiðis avgerð um at broyta navnið á afturvendandi tiltakinum frá ???Kórstevnan??? til tað fyri tíðina meira nýmótans hugtakið ???Kórfestivalur???.
Høvuðsendamálið hjá Kórsambandi Føroya er at fremja føroyskan kórsang, og høvuðstiltøkini á hvørjum ári eru at samskipa stóra Kórfestivalin um várið og stóra ??lavsøkukórið, ið framførir á Tinghúsvøllinum ??lavsøkumorgun. Kórfestivalurin komandi ár verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 29. apríl. Eisini sær Kórsamband Føroya tað sum eina uppgávu at stuðla útgávum av nótum, ið eru væl egnaðir til kórsang.
Kórsamband Føroya hevur júst havt umboðsmannating, har umboð fyri flestu av limakórunum møttu. Hetta sær nevndin somuleiðis sum eitt týðiligt tekin um vaksandi áhugan fyri arbeiðinum at stuðla undir føroyskan kórsang, tí tað eru mong ár síðani, at undirtøkan fyri umboðsmannatinginum hevur verið so góð sum hesaferð. Nøkur nýggj kór hava somuleiðis teknað seg sum lim í Kòrsambandi Føroya, so tað nú telir 17 kór um alt landið.
Eftir nógv ára trúgva tænastu í nevndini í Kórsambandi Føroya valdi Astrid Debes Jacobsen at taka seg aftur, og í hennara stað varð vald Arina Bischoff. Hini í nevndini eru Kári Bæk, formaður, Leif Hansen, skrivari, og Kári Mikkelsen, nevndarlimur. Diana Gilstón og Maria Gregersen halda fram sum eykalimir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald