Eydnan á Oyrarbakka var fultsett til vinnukvøld mánakvøldið. Hetta var sjeyndu ferð, at Sunda kommuna skipaði fyri vinnukvøldi.
Fyritøkurnar, sum løgdu fram í ár vóru Matsmiðjan, CareonSea og Bakkafrost. Eyðun Kjølbro, fíggjarleiðari, leiddi kvøldið og greiddi frá um virksemi í kommununi og at vit eiga sera arbeiðssamar borgarar, sum eisini sæst aftur í skattainntøkunum sum hava verið sera hugaligar síðstu árini.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, byrjaði kvøldið. Hann nevndi m.a. at tað nú eru áleið 60 fyritøkur og stovnar skrásettar í kommununi og hesi skapa áleið 700 arbeiðspláss, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Síðani kom Ruben Busk framat, hann hevði hugvekjandi framløgu um hansara starvsleið fram til at hann byrjaði Matsmiðjuna í Hósvík. Við sínum blíða lyndi og flottu framløgu fekk hann fleiri ferðir láturin at runga í salinum.
Eftir Ruben kom Søren Svenning Danielsen, sum eigur fyritøkuna CareonSea í Hvalvík. Søren vísti á, at tað eru sera nógvir frítíðarbátar í Føroyum, men so at siga einki eftirlit er við hvørjum standi hesir eru í. Hansara fyritøka fer í 2020 at bjóða bátaeigarum at fáa "sýnað" bátin og skrásett hvørjum standi hann er í.
Til seinast kom Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, á pallin. Bakkafrost hevur heilt fitt av virksemi í Sunda kommunu, bæði við Gjógv og við Áir. Regin hevði forvitnisliga framløgu um framtíðina hjá Bakkafrost og hvat skal til fyri at varðveita kappingarførið.
Eftir tiltakið bjóðaðu Ruben og Bakkafrost brellbitar til øll í salinum. Alt í alt eitt væleydnað tiltak sum er komið til at vera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald