Mentan

Súluteljing við dronu - video

...

2016-08-09 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Havstovan telur súlurnar í Mykineshólmi við o.u. 10 ára millumbili. Fuglarnir verða taldir eftir myndum, og í summar hava vit tikið myndir við eini dronu. 

Trupulleikin er, at allar súlurnar síggjast ikki frá eggini, og tí hevur higartil verið neyðugt at nýtt bát ella tyrlu aftur at teljingunum frá eggini. Tá ið tyrla verður nýtt, fara tær flestu súlurnar á flog, sum ikki liggja á, og tá ið bátur kemur inn undir landið, fara eisini nógvar súlur á flog, serliga oyðifuglurin (ungar súlur uttan reiður). Dronan tykist harafturímóti ikki at órógva súlurnar munandi, so hon er tí ein góð hjálp á teimum plássum, har súlurnar ikki síggjast frá eggini. Á sama hátt kunnu dronur eisini nýtast til skráseting av øðrum fuglasløgum.

Súlustovnurin í Norðurhøvum minkaði nógv í 1800-talinum, og hildið varð, at ovurveiða var orsøkin til minkingina. Súlurnar vórðu tí friðaðar í flestu støðum, og síðani fyrst í 1900 hevur stovnurin verið í stórum vøkstri; úr 50.000 pørum upp í 400.000 pør. Nú er tað bert í Føroyum, at súlan ikki er friðað. Í Skotlandi hava tey tó undantaksloyvi at taka 2.000 grásúlur (vaksnar ungar), og í Íslandi veiða tey um 1.000 grásúlur.

Hóast 500 grásúlur verða veiddar í Føroyum um árið, er stovnurin vaksin seinastu árini. Ein partur av hesum vøkstri kemur helst frá súlum úr Skotlandi og Íslandi, har súlustovnarnir hava verið í stórum vøkstri.

Størsti vøksturin í Mykineshólmi hevur verið á Bølinum, sum er vestast á Mykineshólmi. Har byrjaðu súlur at reiðrast fyrst í 1960-árunum, og seinastu árini hevur verið rættiligur vøkstur her, so súlan trokar bæði lunda og havhest burtur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder