Tríggir dystir eru í dag leiktir í FTZ-deildini, StÍF og Kyndil hittust á Skála, H71 tók ímóti Team Klaksvík í Hoyvík og Neistin og KÍF leiktu í Høllini á Hálsi.
Á Skála vann Kyndil 29-32 á StÍF, Kyndil hevði undan dystinum í dag 9 stig og liggja nr. 4 í kappingini, hinvegin liggur StÍF niðast í FTZ-deildini við 6 stigum, so ein sigur í dag hevði verið kærkomin hjá StÍF.
Dysturin í Hoyvíkshøllini gjørdist ein rættur gysari, tað leikti javnt á, klaksvíksingar lógu omaná tá ið bert tveir minuttir vóru eftir at leika, men H71 kláradi at draga longra stráðið, H71 liggur nú nr. 2 í kappingini og Team Klaksvík nr. 3.
Dysturin millum Neistan og KÍF gjørdist ongantíð spennandi, Neistin førdi við fleiri málum, tá ið farið var til hálvleiks og munurin helt sær, soleiðis at Neistin vann ein tryggan 24-16 sigur á KÍF. Neistin liggur á 1. plássi í kappingini og KÍF liggur á 6. plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald