Mentan

Frumkendur tónleikur á Okkara Voxbotn 2019

...

2018-11-23 16:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Okkara Voxbotn boðar frá, at bólkurin Frum fer at framføra á Okkara Voxbotn. Við Jenny Kragesteen á odda, er Frum ein av ímyndunum av nýggja tónleikarákinum í Føroyum, tá tónleikur verður borðreiddur til allar sansirnar. Tá Frum trínur á pallin verður tað eitt show í serflokki, við sangi, rútmu, dansi og væl tilrættisløgdum detaljum fyri eyguni.

Løg sumLet it,BeatogBirdstonehava staðið sæg væl í lurtunum, og hava føroyingar veruliga tikið teirra tónleik til sín.

Frammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost frequencies, Hanus, Páll Finnur Páll og VSJ fara at framføra á Okkara Voxbotn 2019, sum verður tann 29. juni.

Atgongumerki fáast í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder