Mentan

Froja & Sarah senda heilsan

...

2016-08-04 09:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

MGP-stjørnurnar Froja & Sarah gleða seg til at syngja fyri føroyskum børnum.

Føroyska Fríða og danska Sarah eru vinkonur, og saman hava tær bólkin Froja & Sarah. Fyrr í ár luttóku tær í MGP kappingini í Danmark og blivu nummar 3 í kappingini.

Nú koma tær til Føroya at framføra. Tær fara at hava konsert í Silvalandi á Summar Festivalinum bæði hósdagin og leygardag.

Froja & Sarah eru sera spentar at syngja fyri føroyskum børnum. Tær hava júst innspælt ein nýggjan sang, sum tær fara at syngja, og tær framføra sjálvandi eisini MGP-sangin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder