2013-12-24 01:34

Á landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum fríggjadagin varð heitt á nevndina í felagnum um at stríðast fyri fríum interneti umborð.
Nøkur reiðarí krevja fleiri túsund kr. um mánaðin fyri internetið, sigur Fiskimannafelagið.
Frítt internet á fiskiskipum er ein eins natúrligur rættur sum rennandi vatn.
Tað heldur Fiskimannafelagið, sum fýlist á, at nøkur reiðarí taka fleiri túsund krónur um mánaðin av manningarhýrunum fyri internet.
Kelda: Antares.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald