Fríggjadagin 12. november 2021 gev lagsmiðurin Elin Brimheim Heinesen út lagið Sóleyan, sum hon hevur tónsett til yrking eftir pápan, kenda rithøvundan Jens Paula Heinesen. Stórsligna symfoniska útsetingin, sum italska tónaskaldið Enzo de Rosa hevur staðið fyri, innspæld við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri, gjørdist møgulig eftir fyrstu hópfíggingina nakrantíð av eini tónleikaverkætlan í Føroyum.
Fyri 60 árum síðani skrivaði væl umtókti rithøvundurin Jens Pauli Heinesen yrkinginaSóleyanum menniskjans undurfullu, men tó so sárbæru og óvissu tilveru. Árið eftir at hann andaðist í 2011, setti dóttirin Elin tónar til yrkingina í eini roynd at handfara sorgina eftir at hava mist pápan.
Líka síðani hevur hon droymt um at spæla lagið inn við symfoniorkestri og manskóri, men hevði ikki ráð til at fíggja eina so stóra verkætlan einsamøll. Á sumri 2020 heitti hon tí á fólk um at hjálpa sær at gera dreymin til veruleika umvegis hopfigging.fo. Her legði hon lagið út í eini einfaldari útgávu við bara gittari og sangi og krossaði so fingrarnar. Eftir einans 6 døgum eydnaðist at fáa upphæddina inn, hon ynskti sær. Tá hópfíggingarátakið var av, hevði hon 80.000 kr., sum hava gjørt tað møguligt hjá henni at fremja verkætlanina.
Eftir drúgva leitan fann hon fram til italska tónaskaldið Enzo de Rosa, sum hevur sett verkið út fyri symfoniorkestur og kór. Elin sigur soleiðis um samstarvið: ???Eg havi fingið ómetaliga góðan íblástur frá Enzo, sum hevur lurtað ótrúliga væl eftir, hvat eg vildi við verkinum. Eg kundi ikki havt ynskt mær betri samstarvsfelaga.???
Tilgongdin hevur verið nógv seinkað ??? ikki minst orsaka av koronufarsóttini, sum leingi forðaði fólki í at savnast til innspælingar, men nú eftir knøppum hálvumøðrum ári er Elin endiliga til reiðar at vísa úrslitið fyri teimum mongu stuðlunum og restini av almenninginum. Fríggjadagin 12. november verðurSóleyangivin út saman við einum videolagi í tveimum útgávum ??? á føroyskum og á enskum.
???Eg kendi, at vakra og djúptøkna yrkingin hjá pápa hevði uppiborið eina stórsligna pallseting. Tí eri eg so ómetaliga takksom fyri, at so nógv fólk tóku undir við og stuðlaðuSóleyan-verkætlanini, so dreymurin um at spæla lagið inn við stórum symfoniorkestri og manskóri bleiv til veruleika. Eg gleði meg sum eitt barn at vísa øllum, sum hava stuðlað, hvat er komið burturúr???, sigur Elin og heldur fram:
???Pápi skrivaði yrkinginaSóleyanfyrst í 60unum, tá kalda kríggið var í hæddini. Eg hugsi, at tey flestu tá høvdu kensluna av onkrum ófrættakendum, sum kundi raka hvørja løtu. Men kortini vóru fólk noydd at liva lívið, sum um hóttanin ikki var til. Tað elvdi helst til eina ávísa fatalismu. Men pápa so líkt hevði hann altíð eyga fyri náttúruni, sum jú bara er til uttan minsta atlit at, hvat vit menniskju gera. Dagarnir, næturnar, árstíðirnar koma og fara, og sóljan blómar framhaldandi, púrasta ónervað. Í stóra høpinum er menniskjan so evarska lítil í mun til størri kreftir, sum leika á, og sum kunnu kollvelta heimin eftir lítlari løtu. Hetta kenna vit okkum helst aftur í, nú vit øll hava verið rakt av eini heimsumfatandi kreppustøðu seinastu árini.???
???Eg havi gjørt fýra onnur løg til yrkingar eftir pápa mín. Tað hevði verið ómetaliga hugaligt, um tað eydnaðist at spæla tey inn við symfoniorkestri eisini, so øll fimm løgini kunnu verða givin út næsta ár, savnað á einari EP, fyri á henda hátt at heiðra minnið um pápa á 90 ára føðingardegi hansara um akkurát eitt ár. Hetta er næsta verkætlanin, sum eg longu eri farin í holt við saman við Enzo de Rosa,??? sigur Elin at enda.
??tlanin var at bjóða øllum, sum hava stuðlað hópfíggingarverkætlanini til stórt útgávutiltak í Perluni í Havn fríggjadagin 12. november, men orsaka av álvarsomu støðuni við koronu í løtuni er tiltakið tíverri avlýst. Allir stuðlar verða ístaðin bodnir til smærri stovukonsertir heima hjá Elini.
Á árligu nýggjárskonsertini, sum verður 7. og 8. januar 2022 í Norðurlandahúsinum, verður verkiðSóleyanframført fyrstu ferð á konsert av Føroya Symfoniorkestri við Elini sum sangsolisti.
Tak lagiðSóleyanniðurí føroyskari og enskari útgávu her: https://bfan.link/soleyan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald