2018-09-20 15:03
Fremmand vóru í juni mánað á konsertferð í Týsklandi??? saman við amerikanska rokkorkestrinum Black Rebel Motorcycle Club. Við sær á pall høvdu tey Peter Hayes??? ið eisini hevur produsera fyrsta staklagi ???Holding On To Love???. Umframt Peter frá Black Rebel Motercycle Club, so hava Fremmand somuleiðis arbeitt saman við Euan Dickinson frá Massiv Attack á fløguni.
Tey í Fremmand eru:
Jana Hjalgrímsdóttir: Sang // Tobias Weltzer: Trummur og sang // Rico Holmer: Bass og kór
Thea Berg: Keyboards og kór
Fremmand er ein bólkur sum spælir eitt slag av New Wave/Synth Rock tónleiki, og fríggjakvøldið koma tey at framføra nýggju fløguna í Gamla Skúla í Sørvági.
Við sær til Sørvágs hava tey føroyska Sakaris, glaða og litfagra popparin sum nýliga eisini hevur verið úti við nýggjum tilfari.
Í oktober fara Fremmand á konsertferð í USA.
Link til sjónbandaløg hjá Fremmand:
"ì sprekkunum" - Live in Nuremberg:https://youtu.be/UvT_xGPHKrI
"Holding on to Love" feat. Peter Hayes (BRMC):https://youtu.be/vJH161O558g
"Unknown Faces" (filmed in Tokyo):https://youtu.be/7rQXOaZsru8
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald