
Tølini fyri løntakarar í februar mánaða eru tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn og vinnugrein.
Í februar vóru løntakararnir 26.279 í tali. Løntakaratalið er støðugt vaksið síðani 2013, tá løntakarararnir vóru um 23.700 í tali.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Gongdin vísir, at parturin av mannfólkum síðani 2013 er vaksin eitt vet, úr 51,2% til 51,9%, eftir at býtið hevur verið støðugt síðani 2009.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar.
Gongdin er ymisk í høvuðsvinnugreinabólkunum. Størstur vøksturin er í bólkinum ???bygging og onnur tilvirking???, meðan ein lítil minking sæst í bólkinum fyri ???fiskivinnu og aðrar ráevnisvinnur??? hetta seinasta hálva árið. Heldur gongdin fram, verða fleiri løntakarar í bólkinum ???bygging og onnur tilvirkin??? enn í ???fiskivinnu og øðrum ráevnisvinnum???.
Stutt um trendin
Hagstova Føroya brúkar trendtøl at greiða frá langtíðargongdini í løntakaratølunum. Við trendtølunum fáa vit eina róligari mynd, ið ger tað lættari at síggja ta undirliggjandi langtíðargongdina í løntakarunum.
Trendtøl eru eins og árstíðarjavnað tøl reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggj í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Í trendtølunum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, eitt nú stórum falli ella øking í løntakaratalinum í ávísum mánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald