Mentan

Framúr sangarar og sangskrivarar spæla á Summar Festivalinum í august

...

2016-07-23 14:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fýra sterkir profilar á Summar Festival


Framúr sangarar og sangskrivarar spæla á Summar Festivalinum í august


Summar Festivalurin kunnger í dag fýra føroysk nøvn afturat, og talan er um veruligar profilar í føroyskum tónleiki seinastu nógvu árini.

Hetta eru sangarar og sangskrivarar, sum samanlagt eiga eina langa røð av sangperlum, sum allir føroyingar ??? yngri sum eldri ??? kenna, og teir eru allir sum ein framúr á palli.

Kim Hansen, Sámal Ravnsfjall, Eyðun Nolsøe og Hanus G. Johansen spæla allir á Summar Festivalinum 2016.

Kim, Sámal og Hanus fara at hava framførslur á Torginum, og Eyðun endar festivalin við framførslu í Tjaldinum sunnunáttina kl. 03.00.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder