Mentan

Framløgur um súluveiðu, gosfjall í Vágum, makt og leysingabørn

...

2018-09-21 17:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánadagur 24.09.2018,kl. 19:30, Sørvágs Bókasavn

Vísindavøkan fer aftur á ferð í ár. Hetta verður í tíðarskeiðnum 17. til 26. september. Í ár verður tiltakið skipað nakað øðrvísi enn áður. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti.

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Hvør framløga verður bert hildin eina ferð, so møguleiki er at fara til fimm ymisk tiltøk.

Tað verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum.

Framløgurnar á Sørvágs Bókasavni eru

Bergur Olsen, Havstovan: Um súlu og súluveiðu

Uni Árting, Fróðskaparsetrið: Um gosfjallið, sum nýliga er funnið á Vágoynni

Sámal Tróndur F. Johansen, Tjóðskjalasavnið: Løgmaður og Dorthea Wenningsted ??? Eitt stríð um makt og leysingabørn síðst í 1700-talinum

Umframt framløgurnar frá hesum granskarunum verður eisini stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosað um í einum kaffisteðgi.

Les meira um Vísundavøku á ferð og Vísindavøku, sum verður 28 septembur á www.gransking.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder