Mentan

Framløga av slóðbrótandi skúlatilfari

...

2018-10-23 12:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað er í dag kl 15, at spildurnýggja føroyska tilfarið til at eftirmeta staving, lesing og skriving hjá børnum í innskúlingini verður lagt fram.

Tilfarið hevur tikið seks ár at gera, og yvir 6000 testtøkur eru tiknar hesi árini, fyri at finna útav, hvar føroyski normurin er ??? og at gera vegleiðingar til tey úrslit, sum kanningin so vísir.

Endamálið er, at lærarar betur skulu kunna staðfesta, hvørjum støði einstaki næmingurin er á og síðani skipa undirvísingina eftir tí. Eisini verður við hesum gjørligt at staðfesta framgongd hjá næmingunum ??? og heilt tíðliga at finna tey, ið hava tørv á eyka hjálp.

Tað eru Osvald Jacobsen og Gunvør Højgaard, ið hava gjørt tilfarið.

Framløgan verður í dag kl 15 á Námi, Hoyvíksvegur 72, Tórshavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder