2018-09-25 06:29

Fram setti kósina móti Føroyum seint í gjár. Fram hevur verið á makrelfeltinum norðanfyri Føroyar eystur ímóti norska markinum.
Tað hevur verið sjask veður á feltinum og nøkur av teimum føroysku skipunum eru farin í altjóðasjógv at leita eftir makreli.
Fram verður inni á Vestmanna seinnapartin í dag, og skulu teir landa 100 tons av makreli til Vestmanna seafood. Støddin á makrelinum hjá Fram liggur um 440 gramm.
Tað eru 6 mans við Fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald