2017-12-13 16:37
Nú Kommunla Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt at steingja allar dagstovnar í landinum, so vil Føroya Pedagogfelag áleggja limum sínum ikki at átaka sær verkbannsrakt arbeiði.
Tað merkir, at limir felagsins vegna verkbanni ikki skulu átaka sær ansing av børnum hjá foreldrum, sum annars átti at verið á stovni.
Limir, sum ganga ímóti boðunum frá felagnum, missa møguleika fyri endurgjald av mistari arbeiðsinntøku, so leingi verkbannið hjá Kommunla Arbeiðsgeverafelagnum stendur við.
Vinaliga
Nevndin hjá Føroya Pedagogfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald