Mentan

Fráboðan frá hagapartinum Nípuni í Miðvági

...

2019-04-01 13:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fráboðan frá hagapartinum Nípuni í Miðvági.

Sum áður er sagt frá, er sera nógv slit á gøtur og lendi í Nípuni av teimum nógvu fólkunum, ið ganga í haganum.

Seyður og hagafuglur fær ikki frið, tí fólk gongur døgnið runt, og tey halda seg ikki til gøtuna, men ganga um allan hagan, og av tí sama fær fuglurin hvørki frið at liva ella reiðrast og er í stórari minking. Fuglaljóð er nærum ikki at hoyra longur.

Aðrir trupuleikar er at gróður og blómur verður heintaður. Telgt verður í skónir. Runnið verður eftur seyði. Hugsanin er nokk tann, at tað bara eri ???eg???. Men hugsa fleiri 1000 fólk sama tankan, so gongur galið.

??ti í Svanga og á Trælanípuni sæst slit um alt økið. Ikki bit, men slit. Svørðurin er slitin tunnur. Seyðafylgi hava flutt seg.Av tí sama hevur verið neyðugt at skerja áseyðatalið. Gróðrartíðin er stutt. Er grasið støðugt niðurtraðkað, bæði áðrenn og eftir gróðurin, kemur tað ikki fyri seg. Harumframt verur moldin samantrýst.

Vit fráboðaðu síðsta vár, og settu kort og leiðbeiningar upp, og við áheitan um at halda seg til gøturnar og melda seg til túrar við ferðaleiðara. Okkara royndir vísa, at skelting verur lítið virt.

Ein peningabússa bleiv sett upp við portrið við áheitan um at lata pening til viðlíkahald og víðkan av gøtuni. Men ímillum lítið og onki kemur inn, og ongin meldar seg til túrar við ferðaleiðara.

Harumframt koma fleiri útlendskir ferðaleiðarar við stórum flokkum av útlendingum, umframtfleiri føroyskar ferðaskrivstovur. Uttan at spyrja ella leggja nakrar krónur eftur sær.

Ferðaskrivstovur sum hava spurt um loyvi, kunnu teljast á einari hond..

Skal hetta halda fram, er alneyðugt at gera eina góða gøtu frá Rivunum og niðan á Trælanípuna, og eina gøtu út á Bøsdalfoss. Ein gøta framvið vatninum er eisini neyðug. Hetta er bæði kostnaðarmikið og arbeiðskrevjandi, og vit kunnu ikki framhaldandi halda áfram við óløntum arbeiði til at gera gøtur í haganum. Sum er, hava vit ólønt breitt áleið 100 tons av tilfari á gøtuna.

Frá 2. apríl verur bert loyvt at fara út í hagan við ferðaleiðara. Hetta verður bert galdandi fyri útlendingar og arbeiðispláss/felagsskapir sum fara á útferð. Skúlaflokkar undantiknir.

Tað gongur heilt einfalt ikki longur at hava øll gangandi sum teimun lystir í haganun. Møguliga verur hetta loyvt seinni, tá vaktarfólk eru í haganum og lendi er komið fyri seg

Ein fyribils kaffiskúrur er settur upp við Ovaragøtu, har møguligt verur at keypa sær m.a kaffi og okkurt lætt at eta.

Hetta skriv skal síggjast sum ein staðilig áheitan til føroyingar um at halda seg á gøtunum og innan fyri merktar linjur.

Hettar er somuleiðis ein áheitan til tey ið hava, ella ætla sær undir vinnuligt virksemi í haganum, at senda ein teldupost um kunning og loyvi á [email protected]

Túrar kunnu bíleggjast á www.tralanipan.fo. Møguleiki er eisini at gjalda við kort/kontant við kaffihúsið.

Ívf Trælanípan

Kirkjatún 3

370 Miðvágur

Tlf 289285

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder